Skip to main content

Eg eri nústani byrjað


Katrin Ottarsdóttir var fyrsti føroyingur, sum fekk sær filmsútbúgving, og hon gjørdi eisini fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody. Síðan hevur hon gjørt fleiri spælifilmar og heimildarfilmar, givið út yrkingasøvn og fingið heiðurslønir og lívlanga sømdargávu frá landinum. Slóðarin innan føroyskan film hevur ikki enn gjørt teir filmar, hon veruliga vil gera. 

Birgir Kruse, Atlantic Review

“Eg kenni sjálv, at eg eri bara við byrjanina av teimum fiktiónsfilmum, eg vil gera. Eg haldi ikki sjálv, at eg havi gjørt nóg nógv á filmsøkinum,” sigur filmsleikstjórin Katrin Ottarsdóttir, tá eg hitti hana heima í Hedehusene í Danmark. Ørindini eru at kanna, hvør hennara drívmegi hevur verið øll hesi árini, og hvat tað næsta verður, hon fer at gera.


Seinasti filmurin var Ludo frá 2014, ið var ein dramatisk lýsing av uppvøkstrinum hjá eini gentu við sálarsjúkari mammu og einum víkjandi pápa. Filmurin er sjálvbiografiskur, og dóttir Katrina, Hildigunn, spælir sálarsjúka mamman. Á markinum millum tað privata og persónliga balanserar Katrin á eini knívsegg í Ludo. Sum hon sjálv orðar tað:

“Tað skal vera persónligt, men ikki privat. Privat er ov nær og kann næstan ikki viðgerast listarliga. Tað persónliga hevur eina listarliga frástøðu og loyvir einum listarligum skapi, meðan tað privata hongur fast í nøkrum, sum ikki vil førkast. Tað, sum ikki kann førkast, verður bara privat, og áskoðararnir fáa ikki brúkt tað til nakað.”

Syrgiligir filmar

Fyrsta, Katrin minnist, stjórnaði hon sjónleiki, tá systkinabørnini møttust til føðingardagar.

“Tað var í kjallaranum í raðhúsinum í Eysturbýnum, har vit búðu, til eg var 11 ár, og vit enn ikki vóru flutt niðan undir Varða. Sjónvarp var ikki til, og filmsúrvalið í báðum biografunum var ríkt. Synnøve Solbakken gjørdi stórt inntrykk, tí hann var so syrgiligur. Og so var tað ein sigoynarafilmur, ið sannførdi meg um, at eg skuldi út í verðina at hjálpa teimum, sum livdu í útjaðaranum í samfelagnum,” sigur Katrin og leggur dent á tað syrgiliga í øllum teimum filmunum, hon minnist.

“Eg var til Love Story í Havnar Bio og sat og græt saman við vinkonuni, sum ikki skilti, hví eg græt. Eg havi enn lætt við at gráta og blíva rørd, sjálvt um eg sum yrkislærdur leikstjóri nú veit, hvussu tú manipulerar við áskoðaranum.”

Við Eyðuni til Cabaret

“Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá Bob Fosse,” sigur Katrin, sum gekk í studentaskúla í Hoydølum. Tá skipaði Eyðun Johannessen, leikstjóri, fyri sjónleikaraskeiði á bókasavninum, og so fóru næmingarnir við honum í Havnar Bio, har filmurin gekk.

“Tá var tað, eg sá, hvat filmur kann gera. Hann var ekspressivur og útfarandi, og um tú hugsar um litir og myndamál, so er tað longu har,” sigur Katrin og blaðar upp í bókini Goodbye to Berlin hjá Christoper Isherwood, sum sjálvur er ein figurur í søguni. Katrin lesur úr fyrstu síðu:

I am a camera with it’s shutter open, quite passive, recording, not thinking.

“Og tað kundi eg sjálv sagt í so nógvum av lívsins samanhangum. Har er so nógv, sum gav og enn gevur mær meining, tá eg arbeiði við filmi ella fari í biograf.”

Í útlondum

Katrin minnist fyrstu ferð, hon var í einum útlendskum biografi.

“Eg sá One Flew Over the Cuckoo’s Nest við Jack Nicholson, sum var eitt sterkt og stórt upplivilsi. Filmiskt góvu hesin filmurin og Cabaret mær nógv. Teir hava skumpað meg tann vegin, eg valdi. Men enn kendi eg ikki filmsskúlan tá, tí eg var bara farin niður at lesa okkurt. Eg hevði eitt barn, Hildigunn, og skuldi bara burtur úr Føroyum. Hevði meldað meg til at lesa danskt og bókmentir, men tað snúði seg mest um samfelagsteori og hevði lítið við bókmentir at gera og segði mær onki,” sigur hon.

Á filmskúla

Men so kom filmsskúlin upp í leikin.

“Fyri meg var tað, sum ein nýggj verð læt seg upp, tá eg hoyrdi um filmsskúlan og slapp inn. Bara ørandi tankin um at hava eitt heilt rúm, ið er fylt av fólki, og tá ljósið slóknar, eru tey bara komin at lurta og síggja, hvat tú hevur at siga teimum,“ sigur Katrin, sum aldrin hevur kent seg væl at tosa við nógv fólk í senn.

Hon hugsar aftur á upptøkuroyndirnar, andar djúpt, spískar varrarnar og smílist fram fyri seg.

“Eg má hava havt eitt annað áræði tá, tí royndin vardi fimm dagar. Vit fingu kreativar her-og-nú uppgávur, meðan lærarin gekk við stoppuri. So fingu vit kamera í hondina og vórðu send út at filma og klippa í kamera, og so avleveraðu vit til framkalling. Eg fór á Solbakken, har eg kendi fólk, og bað um at læna børnini. So fóru vit á Vestre Kirkegård og gjørdu ymiskt millum gravir og steinar, har børnini blivu burtur, meðan mammur stóðu uppi á altanunum á Solbakken og róptu eftir teimum.”

Katrin flennir, sker kaku og skeinkir kaffi.

Í flokki við Lars von Trier

Hon slapp inn á fyrsta árið saman við níggju kappingarneytum, ið øll vistu, at bara fimm sluppu víðari.

“Og Lars var ein av teimum,” sigur Katrin og ger úttaluna affekteraða danska. “Lars, tú veit.”

Gekst tú í flokki við Lars von Trier, spyrji eg.

“Nei, hann gekk í flokki við mær,” sigur Katrin og flennir. “Hann er ein av teimum, ið hevur kokketerað við, at hann ikki slapp víðari. Men tað passar ikki, bæði hann og eg vóru millum tey fimm, sum hildu fram og blivu liðug. Men Lars dámar so væl at spæla leiklutin sum tann, ið ongin skilir. Tað passar yvirhøvur ikki. Hann var akkurát sum vit onnur, men dugdi væl at koma í samband við røttu fólkini.”

At bróta reglurnar

Katrin heldur, at í filmi er týdningarmikið, at tú fyrireikar teg og aldrin arbeiðir av tilvild. Læruna um film hevur hon allatíðina við sær, men hon kann vera avmarkandi, t.d. hetta at kamerað skal vera røttu megin eina linju, og at ongin nakrantíð skal hyggja í upptøkutólið.

“Skjótt finnur tú útav, at loyvt er at bróta reglurnar, bara tú dugir tær,“ sigur Katrin, sum letur leikarar bæði hyggja og tosa í upptøkutólið í nýggjasta filminum, Ludo.

“Kennir tú filmslæruna, kanst tú loyva tær tílíkt. Hevur tú alt tað filmiska bókastavaraðið upp á pláss, kanst tú flyta runt við tí og fara ímóti tí kenda. Men eg geri onki í blindum og lati ongantíð tilvildina ráða. At bróta tað, sum vit hava lært, dámar mær væl. Men eg havi ongan tørv á at pilka í mínum egna nalva, um eg ikki fái tað út til fólk, og tey ikki skilja, hvat eg meini við. Eg vil bjóða áskoðaranum við inn í eina verð. Hon kann vera hørð, torfør og kynisk, men eg skal geva fólki loyvi og møguleika at skilja, vera við og uppliva. Onkur heldur, at eg geri merkiligar filmar, men í veruleikanum eru teir lættir at skilja. Teir eru ikki fyri fólk, ið halda seg vera feinsmekkarar, og slettis ikki fyri fólk, sum hava lisið film. Tí tey eru ofta læst føst í sínum teorium.”

Atlantic Rhapsody

Filmurin Atlantic Rhapsody varð vístur á tí norðurlendsku filmstevnuni í Norðurlandahúsinum í 1989, har ummælarar úr øllum heiminum vóru til staðar. Katrin fer úr køkinum og kemur aftur við einum filmstrimli, sum hon varisliga heldur millum fingrarnar og brettir út fyri mær.


“Her er tað, sum bleiv klipt burtur úr eftirtekstinum á filminum beint áðrenn frumsýningina, og sum gjørdi filmin føroyskan og ikki danskan. Her stendur “Produceret med støtte fra Det Danske Filminstitut,” men hetta varð so klipt burtur, tá tann allarseinasta føroyska fíggingin kom upp á pláss. Fólk talaðu fyri filminum á røttum stað, so hann gjørdist føroyskur og ikki danskur,” sigur hon.

“Fjøldin í Norðurlandahúsinum klappaði intenst, so eg haldi, at tey veruliga meintu tað. So vann hann 1. virðisløn í Lübeck og fór runt í allari verðini, eisini á Museum of Modern Art í New York, og ikki minst í Týsklandi, har Internationale Forum des Jungen Films í Berlin keypti og tekstaði filmin, so hann livdi sítt egna týska lív.”

Tíggju ár seinni vann Katrin aftur 1. virðisløn í Lübeck fyri filmin Bye Bye Blue Bird, ið eisini fekk aðrar virðislønir.

Virðisløn og sømdargáva

Tá Katrin fekk Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki frá 2012, grundgav dómsnevndin við eini tilvísing til viðurskiftini millum móðir og dóttir:

“Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa.”

Í øðrum savninum, Messa fyri einum filmi frá 2015, sigur útgevarin, at nú er eg'ið blivið mamma.

“Í einstøkum tekstum er hon ikki bara kroyst av minninum um mammuna, men eisini av egnum leikluti sum mamma. Ein negativur máttur er frammarlaga í teimum allarflestu yrkingunum, og tað verður róð fram undir, at friður fæst ikki, fyrr enn tú liggur í kistuni.”

Í vár fekk Katrin lívlanga sømdargávu frá Mentamálaráðnum – oman á Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens frá Tórshavnar Býráð.

“Eg bleiv eitt sindur kløkk, tá eg fekk hasa flottu virðislønina fyri mítt fyrsta yrkingasavn. Tað var sum ein bingovinningur eftir at hava stríðst so leingi við filmi. Men annað útilokar ikki hitt. Nógv filmslistafólk duga annað enn at gera film.”


Er tað bókstavamentanin, sum enn stendur sterkari enn filmurin?

“Ja, tað er tað kanska. Bókstavamentanin hevur kanska størri prestisju millum tey, sum eru mentað. Men mær dámar eisini væl at skriva, og eg vil gjarna breiða tað út til meir enn yrkingar. Eg segði fyri stuttum, at kann eg bara fáa Ludo frá hondini, kann eg fara í grøvina í friði. Men nú hann bleiv liðugur, noyðist eg at gera ein film ella tveir aftrat. Filmar við eini passandi kostnaðarætlan, ikki ov nógv og ikki ov lítið, bara nóg mikið, so eg kann arbeiða í friði uttan hesa sálaretandi óvissuna, sum stendst av ikki at hava nóg mikið av pengum at arbeiða við,” sigur Katrin.

Enn hevur hon ikki gjørt sín týdningarmiklasta film, heldur hon.

Bye Bye Blue Bird var eitt lítið stig á vegnum, og Ludo er enn eitt stig. Higartil havi eg gjørt teir filmar, sum umstøðurnar hava loyvt mær at gera. Vónandi fái eg eisini møguleika at gera teir filmarnar, ið eg veruliga vil gera. Eg sleppi ikki at gera allar, men bara eg sleppi at gera ein ella tveir av teimum, so kann eg fara í grøvina í friði.”


Tá filminstallatiónin Lejlighedsminder varð víst í Lübeck í fyrrárið, segði dóttirin, Hildigunn, at filmarnir bygdu á persónlig minnir og upplivingar.

Hvørja metodu hava tit báðar, móðir og dóttir, brúkt at fyrireika og spæla henda leiklut?

"Tað skal verða persónligt, men ikki privat. Privat er ov nær, og týðir fyri onkran kanska ov nógv, og kann næstan ikki viðgerast listarliga. Tað persónliga hevur eina listaliga frástøðu, og loyvir einum listaligum skapi, meðan tað privata hongur fast í nøkrum, sum ikki vil førkast og tí bara verður privat, og kann ikki brúkast til nakað hjá áskoðaranum.”

Men tó so, nógv av tí privata, eg sá í Lejlighedsminder, er ikki farligari enn so, at eg síggi teg brúka tað aftur í Ludo?

“Í Lejlighedsminder eru tað hennara minnir, hon er eitt stig longur burtur, og tilfarið í Ludo er mítt tilfar. Men sjálvandi hugsi eg um tað, tí hon er berandi høvuðsleikarin í báðum førum.”

Pressar tú hana?

“Har haldi eg, at vit kenna hvørja aðra so væl, at hon fer ikki longur, enn hennara egnu professionellu mørk siga, og eg pressi hana ikki. Ongantíð. Men hon dugir hatta við at gráta uppá kommando, og so at halda uppat.”

Var tú ongantíð fjálturstungin, tá dóttirin græt undir upptøkunum?

 “Jú, onkuntíð. Men hini á filmsliðnum vóru nokk meiri ávirkað enn eg, og eg eri ongantíð komin hartil, at eg havi steðgað nøkrum.”


FAKTA

Katrin Ottarsdóttir varð fødd í Havn í 1957 og útbúgvin á Danska Filmsskúlanum í 1982.
Hon gjørdi fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody, í 1989,  Mannin ið slapp at fara í 1995, Bye Bye Blue Bird í 1999, fekk 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins í 2007 og gjørdi heimildarfilmarnar Eingin kann gera tað perfekta í 2008, Ein regla um dagin má vera nokk! í 2008 og Sporini vaksa úr orðum í 2009.

Saman við dóttrini, Hildigunn Eyðfinnsdóttir, gjørdi hon filminstallatiónina Lejlighedsminder í 2011. Í 2012 kom fyrsta yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki, sum Katrin fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri í 2013. Nýggjasti spælifilmur er Ludo frá 2014, og í vár fekk Katrin lívlanga sømdargávu frá landinum. Í summar kom annað yrkingasavnið, Messa fyri einum filmi.
Katrin býr í Hedehusene í Danmark, har hon rekur  www.bluebirdfilm.dk